Toskaveiða til húsbrúks í Ný Foundlandi

Eingin vinnulig toskaveiða hevur verið við Ný Foundland seinastu 16 árini. Nú hava fólk loyvi at veiða 15 toskar í part til húsbrúks í einum ávísum tíðarskeiði Tað hevur ikki verið loyvt at fiska tosk við Ný Foundland síðan 1992, tá toskurin har yviri hvarv. Nú er kortini loyvt aftur í ávísum tíðarskeiði at fiska tosk til húsbrúks. Talið av toski í loyvdu veiðini er 15 fyri hvønn luttakara.

Mikudagin, tá loyvt var at veiða tosk aftur, loystu fleiri hundrað bátar í Ný Foundlandi og løgdu út á hav.

Men tað eru ikki øll, sum eru eins fegin um, at avmarkað toskaveiða til húsbrúks er loyvd.

Framvegis er lítil toskur við Ný Foundland, og umhvørvisfólk halda tað ikki vera rætt at loyva veiði eftir toski til húsbrúks heldur.

Hóast vinnulig toskaveiða við Ný Foundland varð steðgað í 1992, er toskurin enn ikki komin aftur á sínar traditionellu leiðir.

Nú er so loyvt at veiða í mesta lagi 15 toskar í part fram til 27. september.