Tað almenna skal ikki fíggja toskaaling, tí tann aldi toskurin trýstir marknaðarprísin á villum toski Landsnevndin í norska útróðrarmannafelagnum krevur, at myndugleikarnir gevast við at veita toskaaling fíggjarligan stuðul, og felagið krevur samstundis, at tað verður útgreinað, hvønn leiklut toskaalingin skal hava í framtíðini.
Í einari fundarsamtykt sigur landsnevndin eisini, at myndugleikarnir siga ikki at lata fleiri loyvi til toskaaling.
Útróðrarmenninir siga, at tann aldi toskurin kappast við tann vanliga toskin, sum hevur stóran týdning fyri útróðurin, og teir kunnu tí ikki góðtaka, at tað almenna stuðlar kappingarneytan.
Harafturat vísa teir á, at tess meiri toskur verður aldur, tess størri verður trýstið á prísin.










