Tosið við børn tykkara um rúsdrekka

Eftir tað sum kom fram frá løgregluni í gjár um børn og rúsdrekka, hevur Blái Krossur sent út eina áheitan á foreldur um at tosa við børn síni um rúsdrekka:

– Sunnumorgunin heitti politiið á foreldur um at taka eitt álvarsprát við teirra børn um hetta í samband við at so nógv ung vóru drukkin um vikuskifti. Á síðuni www.livlivid.fo/foreldur kunnu foreldur fáa góð ráð til hetta við støði í nýggjastu gransking innan evnið, skrivar Blái Krossur.
– At tosa við børn síni um tað at drekka, ávirkanina av rúsdrekka og rúsevnum, og hvat vit sum foreldur góðtaka og ikki, kann tykjast sera møtimikið, sigur Lív Justinussen, sálarfrøðingur á fyribyrgingar-eindini hjá Bláa Krossi Føroya.
– Hvar byrjar ein samtaluna? Hvat er hóskandi at siga, og hvat er ikki? Hetta kann hava við sær, at fólk halda sær aftur við at taka evnið upp, men tað vilja vit ráða ímóti.
Tað hevur stóran týdning, at foreldrini taka evnið upp og eisini, at tey fyrireika seg til samtaluna. Hendan fyrireiking inniber at seta sær sjálvum nakrar spurningar, lesa gott tilfar, um hvat er best at gera, og at spyrja seg fyri hjá eitt nú SSP, Bláa Krossi ella øðrum við vitan um evnið.

##med2##
– Vit hava gjørt eina heimasíðu, har foreldur og onnur vaksin lættliga kunnu leita sær ráð til júst hetta prátið. Á síðuni www.livlivid.fo/foreldur  kanst tú lesa nýggjastu gransking um evnið. Har finnur tú ráð til fyrstu samtaluna, hvat tú sum foreldur kanst gera, mytir og fakta, og hvat rúsdrekka kann gera við heilan hjá ungum, sum eru í menning.
– Tá tú tekur práti skalt tú hugsa um ymiskt, m.a. hvørji tíni mørk eru, sigur Lív Justinussen. Hvat sigur gransking, um hvat er best at gera? Hvat kanst tú góðtaka sum foreldur? Á heimasíðuni kanst tú lesa meira um júst hetta undir síðuni "Fyrsta samtalan um rús" (https://www.livlivid.fo/foreldur/ung-og-rusur/).
Afturat hesum er tað gott, at fyririeka seg uppá spurningar tann ungi kann koma við, t.d.
•    "Hevur tú verið full/ur?"
•    “Hví drekkur tú so nógv í ferium?”
•    “Hví drekka tú og onnur vaksin?”
•    “Hvussu følist tað at vera full/ur?”
•    “Nær drakk tú fyrstu ferð?”
•    “Hvussu smakkar rúsdrekka?”
Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, ið snýr seg um at eggja ungum til liva og njóta lívið uttan rús.
– Vit vilja ígjøgnum hesa verkætlan vísa á, at gaman og hugni eisini er at finna í rúsfríum løtum, sigur Lív Justinussen.
– Samstundis arbeiða vit við at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum. Ein partur av arbeiðinum gongur fyri seg á festivalum og øðrum tiltøkum um summarið, har tann væl kenda Liv Lívið bingjan verður nýtt til at bjóða teimum ungu eina rúsfría veitslu.