- For helviti, hatta er ein ringur spurningur! Eg eri impulsiv, djørv, intelligent, generøs, passionerað, humoristisk, sjálvironisk og skítfull í kærleika. Eg livi í einari boblu, har eg royni sum frægast, at fáa alt at geva meining og ganga upp í eina hægri eind. Sjongleri við økonomi og húsarhaldi og barnauppaling og psykiskari sjúku - og eg haldi, tað gongur okay, fyri tað mesta. Eg eri introvert og ósikkur og havi varhugan av, at tað verður ofta uppfatað sum arrongansa og yvirlegni. Eri nokk heldur ikki klassiskt fitt, men heldur ikki nakað ringt menniskja. Eg eri ein góður vinur, tí eg eri loyal og trúføst og vil forsvara mínar vinir við nevi og klóm, so ver ikki fyri. Traðkar onkur á meg, so traðki eg aftur Og so eri eg pillhamrandi forvirrað.
Soleiðis ljóðar svarið frá Daniellu Andreasen, tá eg spyrji hana, hvussu hon er sum persónur.
Sjálvt svarið byrjaði annars við klassisku vendingini um, at tað altíð er lættari at spyrja onnur um, hvussu tey uppfata hana, men Daniella svaraði. Ikki stutt og ikki greitt, men hon svaraði. Og hon svaraði erligt, uttan at pakka nakað sum helst inn.
Hetta er eisini tað, sum hevur eyðkent bloggar hennara á Tórsportalinum. Hetta er tað, sum ger at bloggar hennara fanga og hugtaka fólk. Bloggar, sum snúgva seg um hennara gerandisdag og álvarsom og viðkvom evni, ið Daniella megnar at lýsa bæði lætt og beinrakið.
Sjálv er Daniella 35 ár, býr í Århus, er fyritíðarpensionist men debuteraði sum rithøvundur í apríl í ár við savninum Dilemma.
- Eg havi tvey børn. Eina 12 ára gamla dóttir, Ivalo, sum býr hjá mær og ein son, Bastian, sum er 7 ár og býr hjá pápa sínum her í Århus. Hann er hjá mær annaðhvørt vikuskifti. Also sonurin, ikki pápin, fortelur Daniella upp á sín heilt serliga máta.
Dylir ikki tað dulda
Daniella hevur verið, og er framvegis hampiliga, virkin á kjak.org, og tá hon sá, at Tórsportalurin leitaði eftir bloggarum, var hon skjót at senda sín fyrsta blogg.
- Motivatiónin kemur frá bobluni, sum eg nevndi fyrr. Mínum pinkulítla lívi. Tað, sum vekir tankar í mær. Tankar, sum eg veit, at onnur eisini hava, men sum tey bara tosa hart um, har tað almenna ikki sleppur inn. Tað motiverar meg enormt at seta orð á teir tankarnar. Tí tað er onki galið við teimum. Øll hava teir. Øll hava mótgang og pínu - og øll hava hendingar í lívinum, sum eru tabu. Og eg skilji simpulthen ikki, at tað skal vera so forboðið at siga teir hart. Eg skammist ikki av, at eg eti, tá eg eri svong. Ella gráti, tá eg eri kedd. Ella pissi, tá eg havi drukkið tríggjar koppar av kaffi. Øll gera tað. Hví skuldi eg so skammast av at brúka sjúkrahúsverkið, sum hevur gjørt deildir og útbúgvið læknar til at hjálpa fólki sum mær? Hví skuldi eg skammast av at hava sex, tá eg eri grað, tá sex nú einaferð er har? Hví skuldi eg skammast av at hava verið so sjúk, at tað næstan drap meg, spyr Daniella, sum leggur aftrat, at depression, ella tunglyndi, drepur fleiri fólk á heimsbasis enn krabbamein.
Veit ikki hvør hevur svarið upp á hesar spurningar. Kann bara staðfesta, at fjeppararnir til reglurnar, Daniella skrivar á Tórsportalinum, eru nógvar ferðir fleiri enn spurningarnir, Daniella setur her.
Setir bara orð á
Men hvussu ber tað til, at Daniella ikki himprast við at fortelja øllum, sum hava hug at lesa hennara bloggar, so opið og erligt um lív sítt?
- Eg veit ikki ordiliga, um eg kalli tað erligheit. Tað er bara soleiðis, eg eri. Eg eri tað og tann, sum lesarin fær. Og tað og tann, sum tey, sum kenna meg, fáa. Kanska skal man tola nokkso nógv av, tá man er partur av mínari boblu. Eg eri ein elendigur sjónleikari. Sinnisstøða og kenslur eru uttan á sum innaní. Glað, bangin, forelskað, botnólukkulig, tóm, man sær tað á mær, og eg havi uppgivið at kamuflera tað. Tað er jú tað, man "eigur" at gera. At goyma tað ljóta og vísa tað vakra. Hetta við at passa inn hevur altíð verið ekstremt ringt hjá mær at gjøgnumføra. Havi havt periodur, har tað eydnaðist. Men eg misti meg sjálva burtur og treivst so illa við tí, at eg mátti venda aftur til at vera løgin, asosial, ópopuler. Ikki tí eg ynski at vera original. Men kanska bara tí, eg eri tað, sigur Daniella, sum ikki dugir at seta nakað mark fyri, hvat hon ikki ynskir at deila við folk.
- Nei. Har er onki mark. Eg havi respekt fyri lesarunum og kenni munin á at deila í vulgeran forstand og subtilan forstand. Tað kann gott vera, at eg deili meir enn tey flestu. Og at eg fari út um mark í gengsan forstand. Men eg deili onki, sum vanligi borgarin ikki veit um frammanundan. Seti bara fleiri direktað orð á tað, enn borgarin er vanur við, metir Daniella, sum kortini ynskir at gera greitt, at hóast hon skrivar nógv, onnur himprast við at siga við síni nærmastu vinfólk, so hevur hon moral, sum merkir hennara persón og soleiðis eisini hennara skriving.
- Eg havi ein høgan moral. Kanska tey sjokkeraðu ikki trúgva tí. Men hann er sára einkul: Øll eru líka ymisk. Øll hava okkurt at geva, men nógv hava ongan móttakara. So tá onkur gevur, so royn for helviti at taka ímóti. Um tú ikki kanst brúka tað, so gev onkrum øðrum tað, sigur Daniella Andreasen.