Tosa við suðuroyingar um pensjónistar

Hvussu ætla suðuroyingar at loysa stóra tørvin á búplássum til penjónistar?


Hvussu ætla kommunurnar í Suðuroy at loysa stóra trupulleikan á búplássum til pensjónistar?

Tað er ein spurningur, sum fer at verða viðgjørdur á ráðstevnu í Skúlanum í Trongisvági klokkan 13.30 í dag.

Har skipar landsfelagið hjá pensjónistunum fyri evnisdegi um eldraøkið og pensjónir.

 

Nøkur av teimum, sum fara at leggja fram, eru Jeanna í Lágabø, økisleiðari fyri heimatænastuni í Suðuroy, umframt borgarstjórin í Vági, Dennis Holm og borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen.

 

Eisini fer Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi Pensjónistanna at siga sína hugsan um fólkapensjónina.

Har fer hann at staðfesta, at hon er ikki ein olmussa, men hann fer eisini at tosa, hvussu pensjónistar fáa endarnar at røkka saman.

 

Eitt evni, borgarstjórarnir báðir fara at tosa um, er, hvussu teir ætla at nøkta tørvin á búplássum til eldri.

Men tað verður eisini høvdi hjá fólki at seta spurningar og koma við viðmerkingum.