Tosa við Eik um undirsjóvartunnil

Í næstu framtíð fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, at tosa við leiðsluna í endurstovnaða Eik Banka um undirsjóvartunnilin undir Tangafjørð ímillum Streymoy og Eysturoy. Í fleiri ár hevur eitt privat felag arbeitt við ætlanini um undirsjóvartunnil ímillum Suðurstreymoy og Eysturoy og í summar var ætlanin komin so mikið langt, at landsstýrið og felagið vórðu samd um, hvussu arbeiðast skuldi víðari.

Men tað var Eik, sum átti ein stóran part í felagnum og sum skuldi vera við í fíggingini.

Men nú Eik í roynd og veru fór knóranum í heyst, steðgaði alt og eisini ætlanin um undirsjóvartunnil varð løgd á hyllina.

Men nú er Eik endurreist og so er spurningurin, hvat bankin nú heldur um ætlanina at undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.

Og tað er júst hetta, sum landsstýriskvinnan í innlendismálum nú ætlar sær at fáa greiði á.

Tí ætlar hon sær nú at seta seg í sambandi við leiðsluna í Eik at vita, hvussu hendan ítøkiliga verkætlanin verður raðfest í bankanum.

Loyvið, sum tunnilsfelagið fekk, gekk annars út 1. desember í fjør, men Annika Olsen staðfestir, at hon er sinnað at geva felagnum eitt skotbrá, nú støðan í Eik kollveltist.

Annika Olsen vónar, at tunnilin verður gjørdur, men nú freistin gekk út fyrsta desember, má samgongan taka málið upp av nýggjum fyri at vita, hvørjum leisti ætlanin skal skerast eftir ? altso um loyvið, sum fór úr gildi 1. desember, skal endurnýggjast ella um ein nýggjur leistur skal finnast.

Spurningurin, sum eisini er reistur, er um ikki allir undirsjóvartunlarnir skulu leggjast í eitt og sama felag, so at rakstraravlopið av teimum kann brúkast til at fíggja aðrar tunlar ella aðrar samfelagsútbyggingar, óheft av landskassanum.

Annika Olsen staðfestir, at tekniskt letur tað seg væl gera at leggja allar tunlar í eitt felag, men spurningurin er, um tað letur seg gera politiskt.