Fríggjadagin verður almen valcafé á Seglloftinum á Tvøroyri. Eitt av evnunum er minkandi fólkatalið.
Henda café'in er skipað sum eitt pallborð, har ein maður og ein kvinna úr hvørjum flokki sum stilla upp í oynni, verða við.
Her fáa tey høvið at bera fram sjónarmið síni, eins og fólk fáa møguleika at seta fram spurningar.
At fólkatalið í Suðuroy minkar, og tað at kvinnurnar eru tær ið fyrstar flyta hagani, er eitt av málinum sum tosast skal um.
Eitt annað mál er, hvussu ein kann menna útbúgvingarstøðið, nú heimssamfelagið setur alt størri og størri krøv um skúla og eftirútbúgvingar.
Tað eru kvinnubólkurin Valkyrjurnar og Seglloftið sum skipa fyri. Sum krúddarí til fundin fer Johan í Kollafirði - sum á sinni stillaði upp fyri HIN Stuttliga Flokkin - at undirhalda.