Tosa um gardinur ? og lítið um fisk

Talið av fullmannaðum bátum, sum komnir eru til Nólsoyar at halda ovastevnu, fjølgast í hvørjum, nú kvøldið líður

Nógv fólk eru komin til Nólsoyar í kvøld at halda ovastevnu, og væntandi er, at bæði Ritan og Ternan fara at sigla fullfermdar við fólki tað, ið eftir er av kvøldinum.

Tað er ein serligur hugni í bátunum og teimum fólkum, sum er við hesum bátum.

Kvinnur og menn hugna sær saman. Tey matgera, og hava okkurt leskandi afturvið. Turr grind og spik er á borðinum, og summi hava nakrar búffar á steikipannuni. Onkur hevur eitt instrument, guitar ella harmoniku, og so rungar spæl og sangur um havnalagið.

Hugnin á ovastevnu er í hásæti.

Tað er vorðið alt meira vanligt, at familjur hugna sær saman í bátum ? á stevnum og festivalum kring landið. Í bátafeløgum tosa menn í dag meira um gardinur enn um fisk ? hvussu gardirnurnar síggja út og ikki um, hvørt nakað av fiski fæst við landið ella ikki.

At sigla í stuttleikabátum er vorðið alt meira ?in? í Føroyum, og familjur hava verið nógvar bátaferðir í eitt nú Noregi og Hetlandi, eins og siglt verður nógv kring oyggjarnar í góðu tíðini av árinum.

Hetta sæst aftur við bryggjukantin í Nólsoy í kvøld, har talið av bátum nú á ovastevnu er vorðið rættiliga stórt, samstundis sum fólk hugna sær óført í góðveðrinum sum er.