Verjuskiparin hjá donsku hondbóltskvinnunum, Mette Melgaard, heldur nú, at donsku kvinnurnar tosaðu ov nógv um hálvfinaluna og gloymdu dystin móti Angola leygardagin. – Vit tosaðu allar um, at TÁ vit komu í hálvfinaluna og ikki UM. Tað kostaði dýrt, og tað er nakað, sum vit skulu læra av, soleiðis at vit nú einvíst hava fokus á dystinum, sum skal spælast, sigur Metta Melgaard.