Fundurin í Alaska í morgin millum Donald Trump og Vladimir Putin er ein veruligur møguleiki fyri framburði í arbeiðinum at fáa enda á Ukraina-stríðnum.
Tað sigur bretski forsætisráðharrin í eini fráboðan sambært Reuters.
Yvirlýsingin kom eftir ein fund seinnapartin í dag í garðinum aftan fyri 10 Downing Street í London millum bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
– Tey gleddu seg til fundin í morgin millum Trump forseta og Putin forseta í Alaska, sum er ein realistiskur møguleiki at fáa framstig, so leingi Putin prógvar, at hann er seriøsur við friði, skrivar forsætisráðharraskrivstovan.
Á sosiala miðlinum X lýsir Zelenskyj fundin sum góðan og produktivan.
– Vit umrøddu væntanir okkara til fundin í Alaska og møgulig úrslit. Vit umrøddu eisini nærri tær trygdarváttanir, sum kunnu tryggja ein sanniliga varandi frið, um tað eydnast USA at trýsta Russland til at steðga teimum mongu drápunum og fara undir veruligt, avgerandi diplomati, skrivar hann.
Ukrainski forsetin hevur vitjað Downing Street, har bústaðurin hjá bretska forsætisráðharranum er, dagin eftir, at hann var í Berlin, har hann hitti týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz.
Saman luttóku teir á einum virtuellum fundi við amerikanska forsetan og fleiri evropeiskum stjórnarleiðarum. Á skránni var komandi fundurin hjá Trump við russiska forsetan og samráðingarnar um Ukrainskríggið yvirhøvur.
- Vit umrøddu eisini framhald av stuðulsætlanum til okkara her og okkara verjuídnað, skrivar Zelensky.
- Eitt serstakt og týdningarmikið mál á skránni vóru íløgur í okkara dronuframleiðslu. Vit hava stórar møguleikar at økja um okkara framleiðslumongd og hava bráðfeingis tørv á fígging til hetta.
Dronur hava ein avgerandi leiklut á fremstu røð, vísir forsetin á.
- Tí fara íløgur í ta framleiðsluna heilt vist at ávirka støðuna á strategiskum støði, skrivar Zelenskyj.
Hann hevur ikki verið boðin til fundin í morgin millum Trump og Putin.
Amerikanski forsetin hevur sagt, at Zelenskyj verður boðin til ein nýggjan fund við Trump og Putin - ella alternativt bert við Putin - skjótast gjørligt eftir fundin í Alaska, um fundurin hjá Trump við Putin gongur væl.
/Ritzau/