Tosa ov nógv og gera ov lítið

Á Fróðskaparsetrinum eru tey fegin um, at studentarnir fingu høvi at hitta danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt, í morgun.

- Tey lesandi vóru áhuga, tey spurdu nógv og forsætisráðharrin svaraði, tað hon kundi, heldur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum.

Kortini heldur hann, at tað er skilligt, at Helle Thorning ikki kann svara so nágreiniliga upp á innanhýsis føroysk viðurskifti.

Tað var Helle Thorning Schmidt sjálv, sum vildi sleppa at hitta tey lesandi.

Kortini ivast rektarin í um hetta fer at fáa nakran serliga stóran týdning fyri setrið framyvir.

Í Føroyum hevur nógv verið sagt og skrivað um týdningin av at menna útbúgving og gransking.

Hesum er rekarin samdur í.

- Skulu vit menna samfelagið, er alneyðugt at vit raðfesta útbúgvingar og gransking. Vit noyðast at hugsa heilt av nýggjum á hesum øki.

Men higartil heldur hann, at ov nógv er tosað og ov lítið er gjørt.

- Vit hava ikki gjørt tað risafetið framá, sum tað er neyðugt at taka.

Í hesum sambandi saknar hann eisini, at langtíðarætlanir verða lagdar fyri Setrið.

Sum støðan er, vita vit bara, hvat vit hava at halda okkum til eitt ár ísenn og tí er torført at leggja tær langtíðarætlanir, sum eru so umráðandi at gera, heldur Sigurð í Jákupsstovu.