- Eg havi ikki tosað við hetlendingar um at fáa Atlantsflog at flúgva til Hetlands.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Sum vit endurgóvu á Portalinum fyrr í morgun, skrivar Shetland News, at landsstýrismaðurin ætlar at kanna møguleikarnar fyri at flúgva til Hetlands.
- Hetta er fullkomiliga misskilt, sigur Johan Dahl nú.
Hann sigur, at fundur verður við hetlendska stjórnarleiðarin seinni í dag.
- Í hesum sambandi tosaði eg við hann í gjár og í tí samrøðuni umrøddu vit heilt stutt tey evni, vit ætla at tosa um í dag
Og tað, vit fara at tosa um, eru møguleikarnar fyri samvinnu ímillum Hetland og Føroyar í breiðastu merking, eisini á ferðavinnuøkinum.
- Men eg havi ikki nevnt eitt orð um, at eg vil hava Atlantsflog at flúgva til Hetlands, so tað er ein misskiljing, sigur Johan Dahl.
- Eg havi tvørtur ímóti sagt, at eg veit ikki, hvat ber til, men fyri tveimum árum síðani varð tosað leysliga um, um tað kundi bera til at flúgva ímillum Hetland og Føroyar, kanska við smærri flogførum um summarið.
- Men tað er ikki komið longur og eg havi undir ongum umstøðum krøkt Atlantsflog upp í eina flogrutu til Hetlands, sigur Johan Dahl.