Hóast samráðingarnar millum íslendingar, bretar og niðurlendingar um Icesave-skuldina slitnaðu í síðstu viku, hevur samband verið millum íslendingar og bretar síðani fríggjadagin.
Íslendska samráðingarnevndin hevur verið í London alla tíðina, og um vikuskiftið hevur hon havt samband við umboð fyri bretsku stjórnina minst tvær ferðir.
Fíggjarmálaráðið í Reykjavík segði í gjár, at tað er ikki óhugsandi, at formligar samráðingar kunnu byrja aftur nú beint eftir vikuskiftið. Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, hevur sagt seg vóna at fáa eina betri avtalu innan fólkaatkvøðuna næsta vikuskiftið.