Torvmoldspolitikkur Miðfloksins

Karsten átti uppskotið um blokkniðurskurð. Jenis sigur at vit eiga blokkin, atkvøddi fyri yvirtøkum, sum kostaðu blokkniðurskurð, men atkvøddi móti niðurskurðinum. Bill sigur, at føringar skulu gjalda egnar rokningar. Argumentatiónin er høpisleys. Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?

Uppskotið um at skerja blokkin átti eingin annar enn Karsten Hansen, sum nú er tingmaður hjá Miðflokkinum!

 

Jenis vil yvirtaka, men ikki gjalda

Jenis av Rana roynir í blaðgrein at forsvara, at hann atkvøddi fyri yvirtøkum, sum komu at kosta 366 mió kr. í blokkniðurskurði, men tá uppskotið um at skerja blokkin, sum var prísurin fyri yvitøkunum, kom, atkvøddi hann ímóti. Fall uppskotið, var ongin yvirtøka – so einfalt er tað!

 

Og nú trínur Bill Justinussen eisini fram í blaðgrein og forsvarar Jenis. Men hann sigur, at vit føringar skulu gjalda okkara egnu rokningar.

 

Miðflokkurin gongur í trimum

Altso átti ein núverandi miðflokkatingmaður uppskotið um blokkniðurskurð. Annar atkvøddi fyri at yvirtaka, hóast hann visti, at tað kostaði 366 mió. kr. í blokkniðurskurði, men atkvøddi ímóti at gjalda. Og tann triði sigur, at vit skulu gjalda sjálvi.

 

Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?

Álvaratos, argumentatiónin er høpisleys. Hetta er at blaka torvmold í eyguni á føringinum.

 

Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?