Tórur er nú aktingarmaður í Vága kommunu

Tá djór ganga leys, skal fyrst ringjast til løgregluna, sum síðan setir seg í samband við aktingarmannin.

Myndina tók Álvur Haraldsen.

Føroya Landfúti og Vága kommuna hava skrivað undir avtalu um at seta ein aktingarmann fyri Vága kommunu.

 

Tað er Tórur á Presttrøðni, sum er settur í starvið, og hann byrjaði í starvinum í dag.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at mannagongdin, sum skal fylgjast, tá fráboðast skal um leystgangandi djór, er, at ringt verður fyrst til løgregluna.

 

- Síðan setir løgreglan seg í samband við aktingarmannin og sendir hann á staðið, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Myndina tók Álvur Haraldsen.