Torugudurin skiftir kyn

Tór verður kvinna. Nær er javnstøðustríðið farið ov langt?

Tekniseriuforlagið Marvel Comics hevur avgjørt, at umskrivað norrønu gudalæruna. Okkara egni torugudur, Tór, skiftir kyn. Hesum boðaði Marvel Comics frá týsdagin.

 

Thor, sum hann kallast í teknirøðini, verður mettur at vera ein av bestu umtóktu superhetjunum hjá Marvel Comics, saman við Captain America og Iron Man.

 

Nú skal altso ein kvinna svinga Mjølnir og stríðast móti jøtnunum. Nær er javnstøðustríðið farið ov langt?