Tórshavnar Kommuna: Munnbind í øllum bussum

Koronasmittan ger um seg, og smittutølini eru met høg.

 

Tórhavnar kommuna heitti í dag á øll, sum ferðast við bussunum, um at brúka munnbind, og frá í morgin verður hetta krav.

 

Torshavn.fo skrivar soleiðis:

 

Fyri at tálma smittuspjaðingini av Covid-19 heitir Tórshavnar Kommuna á øll ferðandi, um at brúka munn-bind í bussunum.

 

Hetta verður krav á øllum bussleiðum, frá og við í morgin fríggjadag 5.nov, og tvær vikur fram, ella inntil nærri boð koma.