Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar býráð at selja Guðrun & Guðrun húsini, har smápartafelagið hevur síni handilshølir á gongugøtuni í Havn.
Í gerðabókini hjá býráðnum verður upplýst, at meirilutin í býráðnum mælti til, at selja Sp/f Guðrun og Guðrun ognina fyri tvær milliónir krónur. Tað er tó treytað av góðkenning frá Almannamálaráðnum og við teirri treyt, at kommunan hevur forkeypsrætt til at keypa ognina aftur, skuldi felagið selt ognina.
Rúni Djurhuus atkvøddi blankt í málinum, meðan Annfinn Brekkstein atkvøddi móti uppskotinum við tí grundgeving, at ognin eigur at vera lýst alment til sølu.
- Eg atkvøddi móti søluni, tí vit kunnu ikki favoritisera ávísar fyritøkur. Eg havi einki móti Guðrun & Guðrun, men her er talan um eina attraktiva ogn. Sum kommuna og almennur stovnur, so hava vit eina skyldu móti borgaranum at tryggja hægsta prís. Her er jú talan um pening hjá skattagjaldaranum. Tí skuldi tað verið sett til sølu, so fríi marknaðin kundi sett prísin.
In.fo hevur tosað við fólk, ið hava kunnleika til sethúsamarknaðin í morgun, og tey upplýsa, at veruliga søluvirðið á húsinum liggur um tríggjar milliónir krónur.
Umframt tað verður víst á, at vegna staðsetingina av húsinum, tað liggur mitt á gongugøtuni í Havn, so hevði stórur áhugi verið fyri húsinum, um talan var um fría sølu.
Sostatt tykist, at Tórshavnar kommuna í gjár var í sonnum gávuhýri, tá kommunan lat einum privatum felagi eina gávu á eina millión krónur.










