Tórshavnar býráð samtykt byggiskránna til Skúlan á Fløtum

Skúlin á Fløtum verður ein tann størsta íløgan hjá Tórshavnar býráð yvirhøvur.

Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar býráð byggiskránna til tann 
nýggja Skúlan á Fløtum, sum verður størsti barnaskúli í kommununi og annars 
verður ein tann størsta íløtan hjá Tórshavnar býráð yvirhøvur.
 Skúlin skal kosta 350 milliónir krónur at byggja, og hann verður tikin í 
brúk í trimum stigum í 2018, 19 og 20, tá hann hýsir næmingum frá fyrsta 
til níggjunda flokk, umframt forskúla og frítíðarskúla.
 Kapping um at tekna og sniðgeva skúlan verður skrivað út nú og skal vera 
liðug 18. desember og fyrst í januar verður besta projektið valt út.
 Hóast hetta kann ljóða sum ein trong tíðarætlan til eina so stóra og
 umfatandi verkætlan, hevur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í 
mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, góðar vónir um, at ásetta tíðin fer 
at halda.
Hoyr samrøðu við Helenu Dam á Neystabø við at trýsta á pílin undir myndini.