Fernando Torres var aftur at síggja á vøllinum, tá Liverpool sunnudagin spældi 0-0 móti Manchester City. Hann bleiv skiftur inn tá eitt korter var eftir. Tað gekk so mikið væl, at Rafael Benitez hevur úttikið hann til hópin í kvøld. Torres hevur verið nógv darvaður av skaðum í seinastuni, og vantandi verður hann bara skiftur inn, um tað er al neyðugt seinastu 15-20 minuttirnar.
Liverpool vann fyrra dystin 1-0 við máli frá David N´gog. Hann er eisini tøkur til í kvøld, eftir ein minni skaða. Einasti maðurin, ið ikki er tøkur hjá Benitez, er Glen Johnson.
*Liverpool liðið í kvøld: Reina - Insua, Agger, Skrtel, Carragher - Mascherano, Lucas, Benayoun, Gerrrard - Babel og N´gog
FCK hevur eina torføra uppgávu í Marseille, har teir skulu venda einum 3-1 tapi. FCK er uttan liðskiparin Ulrik Laursen.
Juventus vann 2-1 í Amsterdam, so Ajax hevur eisini eina torføra uppgávu, tá teir í kvøld vitja í Torino. David Trezeguet er ivasamur fyri vertirnar, meðan framherjin Luis Suarez er leikbannaður fyri Ajax.
Dystirnir í Europa League í kvøld eru:
Kl 18.00:
Anderlecht - Athletic Bilbao
AS Roma - Panathinaikos
Galatasaray - Atlético Madrid
Marseille - FC Copenhagen
PSV Eindhoven - Hamburg SV
Shakhtar Donetsk - Fulham
Kl 20.05:
Fenerbahce - Lille
Hapoel Tel-Aviv - FK Rubin Kazan
Juventus - Ajax Amsterdam
Sporting Lisbon - Everton
SV Salzburg - Standard Liege
Valencia - Club Brugge
VfL Wolfsburg - Villarreal
Werder Bremen - Twente Enschede