Bæði Fernando Torres og Xabi Alonso blivu skaddir í 1-1 dystinum hjá Liverpool ímóti Arsenal á Anfield Road sunnudagin. Hjá Torres er tað aftur knæið tað er galið við. Hjá Alonso er tað vinstri fótur. Báðir verða uttanfyri í 3-4 vikur. ?Vit fingu trupuleikar tá vit mistu Torres og Alonso. Tá mistu vit ræðið á miðvøllinum. Vit høvdu alt ov nógvar trupuleikar ímóti einum góðum liði, sum Arsenal.? sigur Rafael Benitez. Benitez fegnast kortini um, at Steven Gerrard spælir betri nú, men ásannar, at eisini Gerrard líður undir, at lyklaleikarar eru skaddir. Á positivu síðuni fegnast Benitez um, at stríðsviljin var góður á Liverpool-liðnum.










