Torres manglar bara læknakanning

Fyri góðum tíma síðani stóð greitt, at Andy Carroll er nýggjur Liverpool leikari fyri tað, sum roknað verður við 35 milliónum pundum. Hetta er so annar áleyparin, sum Liverpool keypir eftir at teir um vikuskiftið keyptu Luis Suarez frá Ajax fyri 22,5 milliónir pund.

 

Um Torres nú varð verandi í Liverpool hevði keypið av Carroll verið meiningsleyst, og tí er neyvan nakað at ivast í, at hetta keypið merkir, at Fernando Torres fer til Chelsea.

 

Tað hevur eisini ligið í luftini í fleiri dagar, og nú váttar so spanski serfrøðingurin hjá Sky Sports, Guillem Balague, at so er. Sagt veður, at Torres hevur kostað Chelsea 50 milliónir pund, sum er nógv størsta upphæddin, sum eitt enskt felag hevur givið fyri ein leikara. Gamla metið átti Manchester City, sum góvu 32,5 milliónir pund fyri Robinho.

 

Og so seinasta nýggja: Sky Sports skrivar beint nú, at tíðindi úr Portugal vilja vera við, at handilin millum Benfica og Chelsea er íkomin aftur. Sambært hesum skal Chelsea gjalda 25 milliónir pund fyri 23 ára gamla brasilska miðverjan, David Luiz. Passar hetta fer tað at tátta í tær 100 milliónirnar, sum Abramovich segði seg ætla at brúka í januar keypsglugganum.