Í gjár gjørdist greitt, at Fernando Torres aftur fer at spæla við barndómsfelagnum Atletico Madrid. Atletico Madrid hevur leiga Ferando Torres fyri restina av hesum kappingarárinum frá italska felagnum, AC Milan.
Og tá Fernando Torres kom heim til Madrid í dag, fekk hann eina stórfingna móttøku á flogvøllinum.
Fernando Torres sigur, at hann er glaður fyri at vera aftur í Atletico Madrid, og at hann gleðir seg at spæla fyri Atletico Madrid aftur.
Fernando Torres spældi í Atletico Madrid inntil í 2007, tá enska felagið Liverpool keypti spanska álopsleikaran. Meðan Fernando Torres spældi við Atletico Madrid var hann millum annað liðskipari hjá núverandi Atletico Madrid venjaranum, Diego Simeone.
Niðanfyri ber til at síggja myndir frá móttøkuni á flogvøllinum í Madrid.