Torres aftur tvey mál

Við Fernando Torres á odda, vann Liverpool greiðan sigur á Sunderland í dag, meðan Burnley er í trupuleikum í botninum. Dysturin á Anfield var bara tríggjar minuttir gamal, tá Fernando Torres legði Liverpool á odda við einum frálíkum máli. Hálvan tíma seinni økti Glen Johnson til 2-0 eftir horna. Í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres sítt næsta mál eftir upplegg frá Glen Johnson. Liverpool vann sostatt dystin 3-0 og liggur nú nummar fimm, fýra stig aftanfyri Tottenham á fjórða plássi.

Í Burnley var grannauppgerð millum Burnley og Blackburn. Einasta málið í dystinum skoraði Blackburn uppá brotsspark, tá 20 minuttir vóru farnir. Tað var David Dunn, ið tók sær av brotssparkinum. Burnley liggur næstniðast við trimum stigum upp til West Ham, ið liggur niðanfyri niðurflytingarstrikuna.

Premier League:

Burnley ? Blackburn 0-1(0-1)

Liverpool ? Sunderland 3-0(2-0)