Hetta er eitt Flemmish Kap-kvøld, har tað verða sagdar søgur frá Flemmish Kap og annars hugleiðingar um gamlar dagar á hesum fjarlagdu leiðum.
Onkur vil vera við, at man ikki kann kalla seg rættan Flemmish Kap'ara, um tú ikki hevur verið við skipi, ið ikki var yvirdekkað s.s. Pison, Kvikkur, Jógvan S, Klakkur – seinni Stella Maria og Karina. Eisini er sjálvsagt talan um Brestir Beinir, Garðabátarnar og fleiri.
##med2##
##med3##
Gutti við grýturnar
Gutti Winther bjóðar eina betri Flemish Kap-máltíð. Her er talan um rávøru frá Hanus á Kósini, ið verður viðgjørd við íblástri frá Miðjarðarhavinum, sum til høvið verður kallað Bacalao í Varpinum – fyrsta floks saltfiskur og annar fiskaúrdráttur.
Gunnar Nolsøe hevur eitt afturlítandi tónleika-søgubrot við góðum tónleiki frá gomlu Flemmish Kap-tíðini.
Kunnað verður eisini um ”saltfiskatúr” til Spania saman við Sólorku 15. – 22. oktober 2024. Vit hoyra m.a. um, hvussu stóran týdning, toskur, sum á sponskum eitur, Bacalao – hevur í spanskari matgerð, har serliga føroyski toskurin er høgt í metum. Tað sigt, at um 1400 uppskriftir er til at matgera Bacalao so ella so ymiskar máltíðir burtur úr føroyska saltfiskinum.
##med4##
##med5##
Tekna teg
Neyðugt er at tekna seg til tiltakið í Varpinum!
Freistin fyri tekningina er mikudagin 21. feb. Kl. 12.00.
Kostnaðurin er kr. 100,-
Tekna teg til Bacalao í Varpinum á - atgongumerki.fo
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
Fakta:
Flemish Kap kvøld í Varpinum leygakvøldið 23. februar kl. 19.00















