Tornini við Landsenda (I)

Umframt mongu vitarnar, ið stinga seg upp, sum vælmeintar ávaringar, um ein heldur kós í vestan úr suðurenda Onglands, so stinga eisini nakrar oyggjar seg upp millum boðar og sker. Ókendar, ikki lætt atkomiligar, og í farnum tíðum - eins og nú - til ampa fyri bátar og skip. Scillyoyggjarnar, har einans 1700 fólk búðleikast undir veður- og fruktagóðum umstøðum

Nevndi ein Scillyoyggjarnar fyri nøkrum árum síðani, so vistu óivað ikki nógvir føroyingar, hvar hesar vóru at finna.

Kanska er frægari statt í dag, eftir at føroyingar í 3 ár hava luttikið í kappróðri har. Men enn eru óivað nógv, ið høvdu verið noydd at kaga í kort, um tey fingu spurningin í Náttarravnunum, um hvar Scillyoyggjarnar eru.

Men hetta er einki at gerast illa við av. Tí oyggjarnar fylla ikki nógv, har tær liggja útfyri suðurendan av Onglandi, nevndur Landsendi. Og heldur ikki eru tað allir onglendingar, ið vita, hvar hesar vøkru oyggjar liggja Tær eru ikki lætt atkomiligar. Ferjusamband er, og bert lítil flogfør flúgva út á oyggjarnar.


Paradís á jørð

Vakrar eru tær og heldur enn ikki eksotiskar. Ikki nakað, vit beinleiðis seta í samband við Ongland. Føroyingar hava altíð kent Ongland frá samstarvinum sjóvegis. Føroyingar hava keypt sluppir og skip í norðara partinum og hava eisini landað har.

Men í 3 ár hava føroyingar luttikið í stórhending í sunnasta partinum av Onglandi, nevniliga kappróðri.

Tann 27. apríl í ár fór ferðalag úr Føroyum, umboðandi oljufeløg, ítróttarsambond og fjølmiðlar. Fyri framman lógu oyggjarnar, ið vóru púra ókendir fyri teimum, ið ikki hava verið við undanfarin ár. Fyri framman lá eisini ein ferð við nógvari flúgving. Úr Vágunum til Keypmannahavnar. Síðani til Gatwick nærhendis London og síðani til Newquay, har gistast skuldi eina nátt, áðrenn ferðin gekk við lítlum flogfari út á Scillyoyggjarnar, sum í føroyskum heimsatlasi hava heitið Sillingaroyggjar.

Og vakurt er at flúgva og síggja hesa tropiskt kendu sjón daga undan havnsbrúnni.

Ferðamaðurin heldur seg ikki vera í enskum øki, men heldur fjarskotnari ella í onkrari lýsing fyri sukurlátusneisar.

Hjá einum, ið ikki dagliga ferðast undir pálmum og hevur sand millum tærnar, er sálarbót at trína á land : sól og summar, pálmar og grót, har lotið tó ger tað liviligt og har landslagið og húsini tó halda einum kjølfestum, so ein ikki sveimar burt í suðurlendskum bambusdreymum.

Líkt paradís á jørð, so sum mong á okkara leiðum óivað hugsað sær tað.


Vrak

Tað eru 3 ár síðani, at oljufelagið Amerada Hess fekk hugskotið at geva føroyskum rógvarum gig at rógva í. Gig er bátaslagið, ið verður nýtt á Scillyoyggjunum. Í dag er tað The Faroese Partnership, ið er stuðul hjá rógvarunum.

Richard Hardmann frá felagnum hevur frá barnsbeini ferðast nógv á Scillyoyggjunum. Har hevur hann sæð kappróður í gig.

Tá hann upplivdi føroyskan kappróður á ólavsøku, legði hann tvey og tvey saman og fekk burturúr, at tað sjálvsagt var frálíkt huskot at lata føroyingar luttaka í heimsmeistaraskapinum í kappróðri í gig.

Soleiðis fingu føroyingar Brendan at venja í. Vinnarin hjá 10 mannaførum við dreingjum sleppur at luttaka. Fyrsta árið luttóku vestmenningar og síðani hava tað verið eysturoyingar.

Lætt var ikki fyrsta árið, tí róð verður øðrvísi, enn í Føroyum. Maðurin situr ikki í somu síðu, sum árin er, og hann skal ikki takka hanna inn at sær, men koyra hana framvið sær.

Í ár høvdu kvinnurnar á Jarnbardi megnað at skava saman til ferðina, soleiðis at tær eisini kundu taka lut í heimsmeistaraskapinum. Og tað vóru tær, ið fingu besta føroyska úrslitið í ár. Tær gjørdust nummar 5 samanlagt.

Í farnum tíðum, tá skip fóru um Landsenda, var hetta vandamikil farleið, tí Scillyoyggjarnar eru ikki bert oyggjar, men eisini boðar og sker.

Tískil er hópurin av skipsvrakum kring oyggjarnar.

Menn á Oygjunum høvdu tí sum vinnuveg at vera losar og leiða skipini trygt framvið.

Men tá ráddi um at verða fyrstur hjá skipunum og tískil kom kapprógving í gig inn í myndina. Hetta er søgan aftanfyri róðurin, sum føroyingar í dag eru partur av.

Soleiðis er eisini hópur av vitum at síggja kring oyggjarnar.

Í dag liva tey 1700 fólkini mest av ferðavinnu og smávegis fiskiskapi.


Bát og ikki bil

Samfelagið tykist tó ikki merkt í stóran mun av ferðavinnuni.

Sum í gomlum døgum í Føroyum, eru húsini úr gróti. Soleiðis verður enn bygt.

Samfelagið er lítið og bilar eru ikki nógvir. Hinvegin tykist, sum hevur hvør maður við virðing fyri sær sjálvum bát. Og skal ein frá oyggj til oyggj, so er bilurin heldur ikki til stóra hjálp.

Tá summarið er uppá tað hægsta, er virksemi á oyggjunum. Og tá heimsmeistaraskapurin í kappróðri í gig fer fram, eru sanniliga nógv fólk á oyggjunum. Manningar, fjepparar, stuðlar og fjølmiðlar.

Umframt at luttaka og verða spentir eygleiðarar undir kappróðrinum, so nýtti føroyska ferðalagið eisini tíðina til at hyggja seg um. Fleiri forvitnislig støð eru at vitja og bara tað, at ganga í vakra landslagnum er nakað fyri seg.

Søgan er tó merkt av, at sjógvurin hevur verið vinnuvegur á so mangan hátt. Eins og í Føroyum, so eru minnsplátur og varðar yvir sjólatnar. Tann eina av oyggjunum misti allar menninar, tá skip skuldi bjargast, júst sum vit í Føroyum kenna bygdir, ið mistu mannfólkini eftir einum degi, t.d. bygdin Skarð. Í dag býr einki fólk á oynni, eins og Skarð er avtoftað.


Róðurin

Føroysku fjeppararnir nýttu morgnarnar til at njóta landslag og sólina.

Róðurin var eftir døgurða leygardag og sunnudag. Tað vísti seg tó, at sólin fjaldi seg handan skýggini, tá farið varð um middagsleitið. Tó skuldi ein ansa sær, tí hon var har hóast alt og føroyska ferðalagið býtti seg í tvey og var í tveimum bátum. Á sjónum er sólin sterk, so tað ráddi um at nýta sólkrem, hóast sólin bert so dánt var frammi.

Róðurin er nakað fyri seg, tá ein sum føroyingur er vanur við sera nærlagdar dómarar. Serliga var hetta galdandi fyrsta róðurin, har allir 68 bátarnir skuldu flokkast í bólkar.

Vónleyst er sjálvsagt at fáa 68 bátar at liggja beint, so tá tað sá nøkulunda út, fór flaggið niður. Soleiðis gera tey har, so útvarpsmaðurin Helgi Jacobsen, ið sendi beinleiðis frá róðrinum heim til Føroya, slapp ikki at siga at ?nú skeyt hann?, men at ?nú fór flaggið niður?..

Føroysku drongirnir megnaðu ikki at koma í bólk A og samanlagt endaðu teir á einum 16. plássi.Í fjør gjørdist tað til eitt 8. pláss.

Føroysku genturnar komu longu í fyrsta róðrinum á 2. pláss, tá tær hildu aftan á heimsmeistarunum frá í fjør. Tíverri sigldu hesir báðir bátarnir innanskers, og vórðu koldømdir og endaðu í bólki B. Teir megnaðu tó at koma uppaftur á bólk A og samanlagt fingu føroysku genturnar eitt 5. pláss.

Væl avstaðfarið hjá manning, ið luttekur fyrstu ferð og tað var ikki sørt, at túnatosið gekk um føroysku gentumanningina.

(framhald)