Mærsk hevur bygt bingjuskip, ið kunnu skifta millum brennievni, og t.d. nýta metanol. Hetta er liður í grønu loysnunum, og fyri at lækka útlátið av CO2.
Maskinstjóri á einum av hesum framkomnu skipum er føroyski Torleif Simonsen. Torleif er ættaður úr Sandavági, og búsettur í Vági, har hann hevur konu og børn.
Hann er maskinstjóri á bingjuskipinum Antonia Mærsk, ið er 350 metrar langt, 53,5 metur breitt, og hevur pláss fyri 16.600 bingjum. Skipið er bert fjórða skip í flotanum hjá Mærsk, ið kann nýta hesi nýggju brennievnini, ið Mærsk ætlar at nýta fyri at fáa minka CO2 útlatið.
Skipið kann nýta metanol, ella olju, ið vanliga hevur verið nýtt. Skipið er í rutu millum Asia og Europa.
Í røðini av metanol riknum skipum hjá Mærsk eru Ane Mærsk, Astrid Mærsk, ið er systirskip hjá Antonia Mærsk, og so Laura Mærsk, ið er eitt minni skip.
Í blaðnum Søfart er grein um serliga skipið, har Torleif Simonsen m.a. greiðir frá, at tað hoyrist, tá skift verður millum sløgini av brennievni, tí tey ljóða ikki á sama hátt.
Torleif hevur áður siglt við teim nakað størri Triple Ex-skipunum, har høvuðsmotorarnir minna um tann á Antonia Mærsk. Tó eru trygdarviðurskiftini á heilt øðrum og hægri støði við metanoli.
Torleif, og starvsfelagar, hava verið á skeiðum við simulatorvenjing í Finnlandi, og hjá MAN í Keypmannahavn, áðrenn teir fóru umborð á nýggja skipið í Suðurkorea.
Ein munur er eisini, at fleiri skipanir eru, ið skulu haldast við líka, og eisini skal dupult so nógv nýtast av metanoli, sum av olju, og hevur skipið tí tveir stórar tangar á 16000 kubikkmetur.
##med2##
##med3##
##med4##