Torkil við Sandá 60

Mikudagin 24. mars fylti Torkil við Sandá í Havn 60 ár.
Torkil er uppvaksin í Kaldbak sum yngstur av 9 systkjum, sonur Herborg og Ingvard Petersen.
Torkil byrjaði í skúlanum í Kaldbak í 1957, men flutti til Havnar í 1961. Hann fór úr skúlanum sum 14 ára gamal, tá hann fór til skips. Torkil fór í læru sum timburmaður í 1969, og í 1973 fór hann til Íslands, har hann var við til upp­byggingararbeiðið á Vestmanna­oyggj­unum eftir eldgosini á oynni.
Annars hevur Torkil smíðað nógv í Føroyum, bæði sum sjálvstøðugur byggimeistari og saman við øðrum. Hann hevur eisini bygt nógv hús kring um í høvuðsstaðnum. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum portørur á Landssjúkrahúsinum.
Torkil er giftur við Birgith, dóttir Solveig og Óla Christian Jacobsen í Havn. Birgith og Torkil eiga fimm børn: Beintu, John, Óla Christian, Herborg og Benny.
-red