2. hvítusunnudag vóru tríggir føroyskir súkklarar við í súkklukappingini Pinseløbet i Hammel. Torkil Veyhe kom á sigurspallin við tað at hann gjørdist nummar trý í B-bólkinum, sum er eitt støði niðanfyri teir, sum súkkla fulla tíð. Eitt nú kann nevnast, at vinnarin í A-bólkinum gjørdist stórtalentið Rasmus Guldhammer, sum súkklar fyri liðið hjá Michael »Kyllingen« Rasmussen, Christina Watches - Onfone.
Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen luttóku í aldursbólkinum menn 40 ár og eldri. Her gjørdist Bogi Kristiansen, sum umboðar Hareskov Cykelklub, nummar seks við tíðini 02.12,08. Hetta var júst omanfyri ein minutt aftanfyri vinnaran. Gunnar Dahl Olsen endaði á einum 23. plássi.
Eisini Súsanna Skylv luttók í kvinnukappingini. Her fekk hon eitt 16. pláss í einum felti við 48 súkklarum.