Torkil vann prikkutu troyggjuna

Hann var eisini við heilt har frammi í samlaðu kappingini í Fraklandi.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur seinastu dagarnar kappast í fronsku súkklukappingini, Ronde de l’Oise. Tíðliga í kappingini lá Torkil Veyhe nummar tvey samanlagt, og undan fimta og seinasta teininum í gjár var hann nummar trý.


Hann slapp ikki upp í part í spurtinum, og tískil endaði tað við, at hann ikki slapp ímillum teir tríggjar fremstu á sigursskamlinum. Hinvegin, so vann hann ta sokallaðu prikkutu troyggjuna í kappingini, sum er eitt prógv um, at hann var bestur í fjøllunum – bestur at súkkla niðaneftir.


Venjarin hjá Torkili hjá Team Virtu Cycling, Michael Skelde, sigur við heimasíðuna hjá liðnum, at hann harmast um, at tað ikki eydnaðist at enda ímillum tríggjar teir fremstu samanlagt, men at tann prikkuta troyggjan er ein góður lutur hjá liðnum at vinna.


Næstu uppgávurnar hjá Team Virtu Cycling er Horsens GP og danska meistaraheitið.