Torkil smurdi alt av

Eftir ein spennandi endaspurt í gjárkvøldið, tá Guðmundur Joensen var eitt sekund framman fyri Torkil Veyhe á teininum úr Sørvági til Runavíkar, gjørdi Torkil bart í Suðuroynni í dag og vant burtur úr øllum hinum súkklarunum.

 

Súkklað var av Tvøroyri til Fámjins og víðari suðureftir um Hovsegg og til Lopra og so aftur til Vágs, og henda teinin koyrdi Torkil við tíðini 1:53:46, og var hann hálvanfjórða minutt framman fyri Guðmund Joensen, ið var næstfremstur, og næstan fimm minuttir framman fyri Andrass Joensen á triðja plássi.

 

Eitt óhapp á Fámjinsskarði setti sín heldur keðiliga dám á kappingina í dag, tá Rogve Grønlund Larsen, sum er hálvur tvøramaður, var so óheppin at koyra útav ovastu uppi, á veg til Fámjins. Kappingin steðgaði eina løtu og sjúkrabilur bleiv boðsendur eftir súkklaranum, sum tíbetur ikki hevur brotið nakað, men er rættiliga eymur eftir óhappið.

 

Tveir teinar í morgin

Hjá teimum ungu vann annars Tummas Óli Olsen aftur sannførandi, 24 minuttir framman fyri Bartal Dam Gregoriussen og góðan hálvan tíma framman fyri Paula Jacobsen. Og í mastersbólkinum gjørdist spennandi endaspurtur millum Aksel Haraldsen og Evald Rasmussen, sum Aksel vann við tveimum sekundum.

 

Í morginári klokkan níggju verður ein einkultstartur í Havnini, sum byrjar og endar á Vaglinum, og seinnapartin sunnudagin klokkan 17.30 verður seinasti teinurin, sum eisini verður súkklaður í Havnini. Tá er talan um ein 37 kilometra langan tein við býarsúkkling, sum byrjar og endar við Effo-støðina í Gundadali.