Torkil Veyhe er í einum góðum stima í hesum døgum. Eftir nøkur góð úrslit í kapping á Bornholm seinasta vikuskiftið, var hann aftur sterkur í kappingini GP Horsens sunnudagin.
Torkil Veyhe gjørdi ikki mætari enn at vinna bakka-kappingina og endaði nummar 10 á 195 kilometra langa teininum.
Úrslitini hjá Torkili Veyhe og liðfeløgunum hava vakt ans í danska súkkluumhvørvinum og nú heldur formaðurin í súkklufelagnum WeBike-CK Aarhus, Michael Berling, at landsliðsvenjarin eigur at ringja til Torkil Veyhe.
- Tað er vist eingin ivi um, at Torkil Veyhe er absolutt sterkasti súkklarin í danska A-klassanum. Sjálvt ílatin mínar neiligu brillur, síggi eg ikki fyri mær eitt landslið uttan hann, sigur Michael Berling.