Torkil er havnarmaður, sonur Honnu, f. Thorkildshøj, av Nesi, og Óla Christian Skála, keypmann í Havn.
Eftir lokið realprógv fór hann á studentaskúla og tók studentsprógv í Hoydølum í 1963. Síðan var hann vikarur við Sankta Frans Skúla í tvey ár.
Eina tíð var Torkil sjómaður, hann sigldi við línubátunum Mai og Oyrarsker. So lá leiðin til Danmarkar, har hann tók læraraprógv frá Esbjerg Seminarium í 1971.
Heimafturkomin fekk hann starv á Venjingarskúlanum í Havn, har hann var lærari til 1977, tá hann fekk starv á Eysturskúlanum, sum varð hansara lívsstarv. Hann hevur verið á ymiskum skeiðum á Fróðskaparsetri Føroya innan sítt starvsøki, serliga innan søgu og undirvísingarlæru. Hann var limur í Tórshavnar Skúlaráð frá 1976-84.
Innan ítróttin hevur fótbólturin havt hansara stóra áhuga. Hann var formaður í HB eitt tíðarskeið og er enn í dag ein av trúgvu gomlu HB-stuðlunum. Hann hevur verið virkin bridgespælari, og sangur hevur eisini hansara stóra áhuga, hann hevur t.d. sungið í Tórshavnar Manskóri.
Torkil er giftur við Esther, f. Justinussen, ættað úr Leirvík, og eiga tey børnini Eirik og Hervør.
- red










