Torkil og teir fingu frálíkt úrslit

SMS-dagbók úr Tour de Normandie: Torkil Veyhe greiðir frá degi, har alt riggaði.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, luttekur hesa vikuna saman við nýggja liði sínum, Riwal Readynez, í fronsku súkklukappingini, Tour de Normandie, har sjey teinar skulu súkklast fram til og við sunnudagin.


Tað gekst væl á fyrsta teininum í dag, har Torkil Veyhe við hørðum arbeiði var við til at tryggja liðfelaganum, Nicolai Brøchner Nielsen, sigurin. Danin var kvikastur í einum hópspurti.


In.fo fer hesa vikuna at samskifta við Torkil Veyhe eftir hvønn tein í einari sokallaðari SMS-dagbók, ið verður endurgivin her á síðuni.


Tíðirnar frá fyrsta teini í Tour de Normandie sæst HER.


Tour de Normandie – 1. teinur:


in.fo: Hey Torkil! Nú er fyrsti teinur í Tour de Normandie av, og tað hepnaðist bara væl, ha?


Torkil Veyhe: Ja, avbera væl. Hetta var ein av teimum døgunum, har allar ætlanirnar frá morgunstundini riggaðu.


in.fo: Hvat var taktikkurin, og vart tú við í arbeiðnum at súkkla sigurin heim til liðfelagan, Nicolai Brøchner?


Torkil Veyhe: Vit skuldu vera við frá morgunstundini, og koyrdu meira enn seks mans, so skuldu vit vera við. Har vóru eg og nakrir av hinum vaknir. Tað endaði við, at tríggir mans komu avstað. Tað var síðuvindur, so inn ímóti málinum skuldu vit gera tað hart fyri hinar. Tað eydnaðist stak væl. Vit endaðu við at vera umleið 30 eftir, harav vit við fýra. Frá tí skuldi eg so hoppa við, um ein bólkur sleit seg leysan. Tað gjørdi eg eisini, men vit vórðu heintaðir, og so varð alt koyrt fyri Brøchner í spurtinum.


in.fo: Flott. Hvussu feiðrar man ein slíkan sigur?


Torkil Veyhe: Champagne ;)


in.fo: Fá tær nú ikki ov nógv! Hvat er annars tín leiklutur í Tour de Normandie?


Torkil Veyhe: Eitt glas ;) Nú skulu vit fyrst og fremst varðveita føraratroyggjuna. Annars er mín leiklutur at royna útifrá í finaluni, um tað koyra nakrir bólkar avstað. So vit eru altíð upp á forkant.