Torkil hevur givið avboð

Ein nýggjur vinnari skal finnast í Kring Føroyar-súkklukappingini í ár.

Torkil Veyhe endurtekur ikki sigurin í Kring Føroyar-súkklukappingini í ár. Ein nýggjur vinnari skal finnast. Tað er greitt, nú vinnarin av seinastu fýra Kring Føroyar-kappingunum má geva avboð.


- Nei, eg fái ikki verið við í ár. Eg má fyrireika meg 100% til PostNord Danmark Rundt fyrst í august, so eg veri heldur á hæddarvenjingarlegu í Italia, sigur Torkil Veyhe.


Torkil Veyhe hevur vunnið Kring Føroyar seks ferðir. Hann harmast um, at hann ikki fær verið við í ár, men hann eggjar øðrum súkklarum at royna hesa kappingina.


- Tað er ein nýggj skipan í ár, har tað er pláss fyri øllum at luttaka. Vanliga hevur tað verið kapping hvønn dag, men nú verður størri dentur lagdur á at fáa fjøldina við. Eg vóni at síggja nógv fólk koma við okkum og uppliva vøkru føroysku náttúruna á súkklu, sigur Torkil.


- Eg kann sjálvur siga, at tað er fantastiskt, og eg vænti at øll tey kring Føroyar eru samd í, at í Kring Føroyar-kappingini kann man uppliva alt hetta og samstundis fáa fult service eins og teir professionellu eins og eina hugnaløtu eftir kappingina, har fólk kunnu tosa upplivingarnar, sigur hann víðari.


Súkklukappingin Kring Føroyar hevur verið fyriskipað á nærum hvørjum ári síðani 1997, og í ár verður tað 20. ferð, at kappingin verður hildin. Hesaferð verður kappingin súkklað í døgunum 18. til 22. juli.