Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, skifti í novembur Odder CK út við Team WeBike-CK Aarhus, har hann nú av álvara er farin í gongd við fyrireikingarnar til hetta nýggja kappingarárið.
Saman við einum øðrum nýggjum súkklara á liðnum, Nicklas Pedersen, er Torkil í løtuni á venjingarlegu í spanska býnum Málaga.
- Eftir eina harða tíð við royndum, er tað lekkurt at sleppa ein túr suðureftir í hitan og bara at hugsavna seg um venjingina. Eg fái nakrar góðar, langar túrar við intervallum, sum sparka reyv, saman við einum av mínum nýggju liðfeløgum, sigur Torkil við facebook-síðuna hjá liðnum.
Torkil Veyhe segði við Sosialin stutt eftir skiftið, at hann valdi Team WeBike-CK Aarhus fyri at halda fram við at betra seg. Eisini segði hann, at stóra mál hansara í 2016 er at vinna eina kapping í danska A-klassanum.











