Torkil droymir um Tour de France

At Tour de France kemur til Danmarkar gloppar møguliga dyrnar fyri føroyska súkklaranum.

Í gjár gjørdist greitt, at heimsins størsta súkklukapping, Tour de France, um tvey ár kemur á vitjan í Danmark, har byrjanin av kappingini verður í Keypmannahavn, og leiðin eisini verður løgd framvið eitt nú Vejle og Sønderborg.


Tað er mangar ferðir áður sæð, at lið úr londum, ið fáa Tour de France á vitjan, fáa tillutað eitt sokallað wildcard til kappingina, og tí er í Danmark ein vón um, at eitt danskt lið sleppur við í Tour de France í 2021.


Mest upplagda boð í løtuni er Riwal-Readynez, ið er einasta danska liðið á prokontinental-støði, ið er støðið beint undir tí hægsta støðinum, World Tour. Riwal-Readynez flutti upp á hetta støðið fyrr í ár.


Á liðnum hjá Riwal-Readynez er føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, og at Tour de France nú kemur til Danmarkar birtir lív í hansara persónliga dreym um at sleppa at luttaka í Tour de France.


- Tour de France er helst grundin til at tey flestu byrja at súkkla, so tað er altíð ein dreymur at vera við í størstu kappingini innan súkkling, sigur Torkil Veyhe.


- Hetta er í øllum førum nakað, ið eg fari at arbeiða hart fyri at røkka, so vit mugu bara krossa fingrar fyri at allir brikkar fella upp á pláss, sigur hann.


Torkil sigur tað merkjast á danska súkklulandslagnum, at Tour de France nú er á veg til Danmarkar, og at fólk, sum hava við tað at gera, eru spent og gleða seg.


- Fyrst og fremst merki eg, at Riwal-Readynez vónar at gera seg galdandi. Eg vænti tað kemur at merkjast í kappingini á liðnum, at fólk síggja møguleika fyri at sleppa við til Tour de France, sigur hann.


- Hetta fer væntandi eisini at seta størri fokus á súkkling í Danmark, og vónandi fer tað eisini at merkjast við størri áhuga fyri súkkling sum heild, sigur Torkil Veyhe.