Tað verður torført hjá Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg at vinna seg í FINAL FOUR í EHF European League.
Mótstøðuliðið Viborg hevur trekt í fjórðingsfinalunum er Rapid Bukarest úr Rumenia.
Dystirnir vera leiktir leygardagin 21. mars í Viborg, og leygardagin 28. mars í Bukarest. Samlaði vinnarin vinnur seg í FINAL FOUR, ið verður leikt í stóru MVM Dome høllini í Budapest í Ungarn, dagarnar 6. og 7. juni.
Viborg Folkeblad, ið fylgir lokala liðnum tætt heldur, at talan er um eitt sera torført lutakast til fjórðingsfinalurnar, har Viborg er alt annað enn favorittur. Serliga tí Rapid Bukarest hevur heimavøll í tí seinnu fjórðingsfinaluni.
Viborg Folkeblad iðrar seg um, at Viborg ígjár tapti bólkafinaluna í innleiðandi bólki D móti franska liðnum, Dijon í BIOCIRC Arena í Viborg.
Tað endaði við teprum 33-32 sigri til Dijon, ið var á odda 18-15 í steðginum. Talan er um einasta tapið hjá Viborg í innleiðandi bólkaspælinum.
Hevði Viborg vunnið ella leikt javnt ígjár, so høvdu Jana og liðfelagarnir fingið eitt betri lutakast í fjórðingsfinalunum.











