Suðuroyartunnil og pensjónsaldur

Yvirlýsing 23. februar 2026

 

Nú tvey stórmál koma fyri í løgtinginum í dag, skal Sjálvstýri gera heilt greitt, at vit taka frástøðu frá óunniligu mannagongdini, har Suðuroyartunnilin og hækkanin í pensjónsaldrinum verða tvinnað saman.

 

Sjálvstýri tekur undir við, at fortreytinar fyri einum Suðuroyartunli verða kannaðar, men tekur als ikki undir við at pensjónsaldurin verður hækkaður.

 

At taka arbeiðarafjøldina sum gísla, fyri at taka undir við Suðuroyartunlinum er ikki bara heilt við síðuna av, men beinleiðis ómenniskjansligt og óføroyskt!

 

 

 

Sámal Petur í Grund

 

formaður í Sjálvstýri