Torført hjá USA at roykja bin Laden út við hervaldi

USA hevur fáar freistandi møguleikar í tí stríðnum móti yvirgangi, sum leiðslan í Washington er farin at royna eftir yvirgangsálopini týsdagin í farnu viku. Hermálsligir greinarar siga, at tað í tí væntaða krígnum verður heldur barst við njósnarum og kommandohermonnum á odda enn við tí ómetaliga amerikanska stríðsmáttinum, sum amerikanarar hava brúkt móti øðrum tey seinnu árini


 

Donald Rumsfeld, amerikanski verjumálaráðharrin, hevur fleiri ferðir sagt, at terrorkríggið verður drúgt, dýrt og óvanligt ? nakað heilt annað enn tað, USA hevur upplivað í teimum seinastu kreppunum móti eitt nú Irak og á Balkan.

 

?Fólk hugsa um tey kríggj, vit hava hugt at í seinastuni. Nakað við krússararakettum, ið verða skotnar út og raka og eru at síggja í sjónvarpinum. Tað er ikki tað, sum hetta snýr seg um,? segði verjumálaráðharrin seinasta vikuskifti.

 

At døma eftir teimum ábendingum, sum Donald Rumsfeld og aðrir í Washington-umsitingini eru komnir við, er ein sonevnd lágorkukreppa væntandi við duldum amerikonskum kommandoálopum, ið stundum verða kvett av við onkrari krússararakett ella einum loftálopi.

 

Samstundis snýr tað seg um upplýsingarkrígsførslu til tess at spora og spilla peningaflytingar til terroristar og til at lumpa teir og geva teimum skeivar upplýsingar, tá ið høvið býðst.

 

?Gamaní hava vit eina fult modernaða, velduga stríðsmegi, men okkum vantar eitt gott mál at raka,? sigur Andrew Krepinevich, hermálsligur serfrøðingur og stjóri á stovninum fyri strategisk mál og fíggjarmál í Washington.

 

?Tað ber í sær, at tað kann blíva ein kreppa við nógv minni stríðsmegi og nógv meiri bundin av hollum upplýsingum, kvikum og huldum hermonnum, sum eftir einari løtu kunnu fara langt burtur út í verðina at stríðast,? sigur hann.

 

Líkt er til, at aðalmálið hjá USA í løtuni er at taka ella drepa Osama bin Laden, tann saudiarabiska milliarderin, sum er undir illgruna fyri at hava skipað fyri yvirgangsatsóknunum í USA, og at beina fyri hansara heimsumfatandi yvirgangsliði.

 

Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri, setti sær í síðstu viku eitt nógv víðari mál, nevnliga at støðga londum, sum hjálpa ella hýsa yvirgangsmonnum.

 

Bæði málini hava við sær, at Afghanistan er í skotlinjuni fyri tí amerikanska krígnum, tí at bin Laden heldur helst til í Afghanistan sum ?gestur? hjá Taliban-stýrinum.

 

Tað ber illa til at hugsa sær ein ólagaligari vígvøll. Afghanistan er eitt land við víðum oyðimarkarøki, illa framkomandi fjøllum við trongum gjáum. Í tvey áratíggju er landið illa løstað av einum kríggið, sum millum annað rak tann sovjetska innrásherin úr landinum í 1988.

 

Hermenninir úr gamla Sovjetsamveldinum eru ikki teir einastu áleyparar, sum eru riknir úr Afghanistan. Gjøgnum tíðina hava eisini Aleksandur Hin Mikli, tey mongolsku harkaliðini og bretska heimsveldið lútað fyri afghanarum.

 

Ein amerikonsk innrás er ?væntandi tað seinasta, nakar fer at hugsa um?, sigur Krepinvich.

 

Michael O?Hanlon hjá hugskotsbankanum Brookings metir, at ein innrás á landi hevði kanska lukkast, men hon kann krevja ?hundraðtúsundtals? mannalív.

 

?Men vandi er eisini fyri, at ein innrás miseydnast við landslagnum og fíggindaskapinum og mótstøðuvilj hjá afghanarum í huga,? leggur hann aftrat.

 

Bush forseti hevur eisini tann møguleika, at hann kann royna at ?roykja? bin Laden út, siga eygleiðararnir.

 

Tað fer at krevja, at hermenn verða sendit til støðir nærindis Afghanistan sum Usbekistan og Pakistan ella enntá har norðuri í Afghanistan, har uppreistrarmenn ráða. Tað kann geva amerikanarum møguleika fyri snarálopum, eins og stríðstyrlur kunnu brúkast.

 

Men hetta fer at krevja upplýsingar. Nettar upplýsingar frá njósnarum í felagsskapinum hjá bin Laden, og mong ivast í, at tann amerikanska fregnartænastan fær sníkt seg inn á tann innasta skaran hjá bin Laden.

 

Góð úrslit hjá amerikanarum valdast eisini, um lond sum Pakistan, og enntá Iran, vilja skifta fregnartænastuupplýsingar við USA.

 

?Lykilin til hetta er upplýsingar. Vit vilja ikki senda kommandohermenn inn í eitt slysálop ella eina snaru. Vit vilja, at tað eru teir og ikki tú, ið verður tikin á bóli. Og snarálop er lykilin til virkið verk,? sigur Krepenvish.