Svimjing
Olympisku leikirnir fyri brekað, sum tær báðar seinastu vikurnar hava verið í Sidney í Australia, eru nú av. Endahátíðin var sunnudagin, og hon stóð einki aftanfyri endahátíðina, tá hinir olympisku leikirnir vóru í september.
Føroysku svimjararnir, Ester Gaard Hansen og Heidi Andreasen, vístu ferð efrtir ferð, at tær vóru sera væl fyrireikaðar til stóru kappingina. Tær settu fleiri persónlig met. Ester kom í finaluna á 200 blandaðari svimjing og 100metra rygg, og Heidi Andreasen vann trý silvurmerki og eitt bronsumerki. Seinasta silvurmerkið vann hon leygardagin. Tað var í 50 metra frí. Hini bæði silvurmerkini vann Heidi Andreasen í 100 og 400 metra frí. Bronsukrónan kom til høldar í 100 metra ryggsvimjing
Størri kapping
Norðurlendsku brøðratjóðirnar hjá okkum hava hesa ferð ? akkurát sum tær plaga at gera ? staðið seg stak væl í kappingunum. Danmark hevur kortini ikki vunnið so nógv heiðursmerkir, sum danir hava vunnið í undanfarnu olympisku kappingunum. Hetta verður tó ikki mett sum eitt afturstig:
? Kappingin millum brekað er væl størri nú, enn hon áður hevur verið. Tað eru nógv fleiri um boðið nú, enn tað hava verið áður, og í nógvum ítróttargreinum er venjingarstøði væl hægri nú, enn tað hevur verið frammanundan. Tí kunnu vit siga, at virðið í hvørjum heiðursmerki er størri nú, enn tað hevur verið frammanundan, verður sagt úr donsku leguni í Sidney.
Fleiri tættar avbjóðingar
Føroyska ferðalagið fer úr Australia mikudagin, og hósdagin vera tey aftur í Føroyum. Kl. 19.00 verður móttøka í ÍSF húsinum, tá brandarnir, sum enn eina ferð hava sett Føroyar á heimskortið, koma aftur á klettarnar.
Katrin Johansen er venjari hjá ÍSB svimjarunum í Australia. Tóra við Keldu, Kristina Næs og Katrin Johansen hava áður vunnið glæsilig úrslit og nógv skreyt á olympisku leikunum.