Torførar samráðingar fyri stavn

Føroyar hava álvara verið í brennideplinum í danska høvuðsstaðnum seinastu dagaranr. Mikudagin helt landsstýrið kunnandi fund fyri fólkatingslimum og danskari og útlendskari pressu um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Og hósdagin var spurnarorðaskifti um samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið um framtíðarstøðu Føroya.

Føroyar hava álvara verið í brennideplinum í danska høvuðsstaðnum seinastu dagaranr. Mikudagin helt landsstýrið kunnandi fund fyri fólkatingslimum og danskari og útlendskari pressu um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Og hósdagin var spurnarorðaskifti um samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið um framtíðarstøðu Føroya.


Tað er synd at siga, at landsstýrið kom væl frá tí kunningarátakinum. Bara nakrir fáir - undir 10 - fólkatingslimir møttu upp, og hvørki stjórnin ella andstøðan hava broytt hugsan um framtíðarstøðu Føroya. Hetta fingu vit prógv um hósdagin, tá 93 fólkatingslimir tóku undir við samráðingarkósini hjá stjórnini.


Við øðrum orðum miseydnaðist lobby-átakið. Neyvan nakar broytti áskoðan, og tað er ivingarsamt, um landsstýrið fekk greitt donsku fjølmiðlunum frá, at landsstýrið og samráðingarútkastið vórðu misskild á samráðingarfundinum tann 17. desember.


Kunningarátakið skuldi ongantíð verið hildið. Og skuldu vit kunna fólkating og fjølmiðlar, so skuldi føroyska andstøðan sjálvandi verið við. Víst hevur landsstýrið ábyrgdina í Føroyum, og landsstýrið hevur stungið fullveldiskósina út í kortið, men vit eiga eisini hava í huga, at helmingurin av føroyingunum siga nei til fullveldi!


Tað komiska í øllum er kortini, at samstundis sum stjórnin boðar frá, at hon kann ganga við til víttgangandi sjálvstýri, og sostatt tekur við føroysku andstøðuni meira ella minni, so sigur landsstýrið seg vera samt við donsku stjórnini.


Hetta verður gjørt í viðmerkingum á fullveldis-heimasíðuni á internetinum til røðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætismálaráðharra. Hon er pettað upp í 9 brot, og eftir hvørt brot, hevur landsstýrið sínar viðmerkingar til røðuna. Í flest øllum førum er landsstýrið samt við stjórnini. Einasta veruliga undantak er 3 til 4 ára-skiftistíðin.


Ein niðurstøðan hjá fullveldisredaktiónini er, at nú fáa vit "virðiligari samráðingar". Hetta er beint øvugt av tí, sum bæði eygleiðarar og vanlig fólk halda. Tí eftir spurnarorðaskifti kann niðurstøðan ikki vera annað enn, at samráðingarnar verða torførar, ella harðar.