Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld skulu í dag spæla á útivølli móti toppliðnum, 1. FC Köln. Eftir eina torføra tíð fyri vetrarsteðgin, so er Arminia Bielefeld av álvara komið fyri seg.
Eftir vetrarsteðgin hevur Arminia Bielefeld vunnið fýra, spælt ein javnan og tapt ein dyst. Liðið hevur vunnið seg úr niðurflytingarstríðnum og liggur nú á 10. plássi av 18 í 2. Bundesliguni.
Tað hevur eisini gingið væl hjá toftmanninum, sum hevur bryjað inni allar dystirnar. Dysturin í dag byrjar klokkan 12.