Torfør byrjan: Spælararnir vístu sína ónøgd

Jóhan Nielsen er farin undir avbjóðingina sum ábyrgdarmaður av besta mansliðnum hjá 07 Vestur. Spælararnir vístu hinvegin ikki venjaranum stórvegis stuðul, tá venjing var á skránni í kvøld. Fáir spælarar vóru á vøllinum.

Portalurin skilir úr Sørvági, at fleiri spælarar vóru misnøgdir við, at nevndin brádliga koyrdi Jógvan Hendrik Samuelsen frá sum venjara, uttan at práta við leikararnar áðrenn. Teir vístu sína ónøgd í kvøld og møttu ikki til venjing. Tað hevur einki samband við, at Jóhan Nielsen er settur sum venjari.

 

Nevndin og spælararnir vóru á fundi í kvøld og prátaðu gjølla um viðurskiftini. Gongst sum ætla, so venja allir við fullari megi í morgin, skilir Portalurin úr Sørvági.