Um midnáttarleitið mikukvøldið var onkur, sum ætlaði sær ein dropa úr Rúsuni í Havn, men dirvið sveik.
Rúsan er í Miðlon, og onkur er farin við einum stórum steini og hevur smildrað ein rút, har Rúsan er.
Men tá ið alarmurin gjørdi vart við seg, rýmdi innbrotsmaðurin við tómum hondum.
Hann var so kvikur avstað, at hann var ikki at síggja, tá ið politiið kom har beint eftir.
Innbrotið gav nógv arbeiði til starvsfólkini í Rúsuni, tí nógv glasbrot vóru at taka upp.