Torbjørn Olsen, føddur í 1956, verður sum myndlistamaður mangan tikin fram fyri síni serligu evni at ganga sínar egnu leiðir í føroyskari listasiðvenju. Hann hevur víst á níggjar møguleikar í tí føroyska myndaheiminum og kjølfest sínar persónligu listargávur í norðurlendskari og føroyskari hevd. Listasavnið fegnast um, at Torbjørn Olsen hevur játtað mikukvøldið at greiða frá sínum heilt persónliga sambandi við føroyska list.
Listafólkakvøld
Í vetur fer Listasavn Føroya at hava fleiri kvøld, har ymisk listafólk fara at greiða frá tilknýti sínum til nøkur verk hjá savninum. Tiltøkini verða á Listasavninum, tey eru opin fyri almenninginum, og øll eru vælkomin.
Tiltakið 15. desembur er ókeypis.
Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við savnsleiðaran á tlf. 313579 at frætta nærri um tiltakið. Tað ber eisini til at senda teldupost til inger@art.fo