Torbjørn Jacobsen tók øll á bóli

Hósdagin slepti hann eini bumbu í løgtinginum, tá ið hann gjørdi hann av, at nýggi almanna- og heilsuskulin skal vera á Tvøroyri og ikki í Havn, sum ætlanin hevur verið

Torbjørn Jacobsen, nýsettur landsstýrismaður í skúla- og mentmálum sat ikki leingi, áðrenn hann slepti teirri fyrstu bumbuni.

Tí hósdagin kunngjørdi hann, at tær nýggju almanna og heilsuútbúgvingarnar, sum ætlanin er at seta á stovn nú, skulu ikki vera í Havnini, sum tað annars hevur verið ætlanin.

Nýggi almanna- og heilsuskúlin skal vera á Tvøroyri.

Tað var tá ið hann hevði orðið undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans, at Torbjørn Jacobsen kom við hesum óvæntaðu tíðindunum.

Og tað var skilligt, at alt tingið varð fullkomiliga tikið á bólið av hesum tíðindum.

Bæði tinglimir úr samgongu og úr andstøðu søgdu, at teir høvdu ikki minsta varhugan av, at ætlanin at leggja skúlan í Havn, var broytt.

Serliga barsagdur var Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum sum segði, at tað bleiv ikki uttan svørðslag, at skúlin bleiv fluttur.

Hetta skal kanska síggjast í ljósinum av, at tað hevur verið eitt hart politiskt stríð um, hvar skúlin skuldi vera.

Tingmenn úr Vágum vildi hava hann har vesturi og aðrir tingmenn hildu, at hann lá best í Havnini.

Úrslitið var, at ein nevnd kom til ta niðurstøðu, at tað var rættast at leggja skúlan í undir sjúkrasystraskúlan í Havnini, tí so bleiv skúlin bíligari at reka við tað, at tað fór at bera til hjá báðum skúlunum at samstarva, eitt nú um lærarar. Víst varð eisini til fyrimunirnar við at Landssjúkrahúsið var á staðnum, har næmingar kundi vera í venjing.

Signar á Brúnni, sum tá var landsstýrismaður á økinum, gjørdi av at fylgja tilmælinum og at leggja skúlan í Havn.

Men nú hevur eftirmaður hansara í landsstýrissessinum hansara, Torbjørn Jacobsen, so tikið eina aðra støðu.

Hinvegin vóru tað eisini fleiri, sum tóku undir við Torbjørn Jacobsen, ikki minst tingmenn úr Suðuroynni, men eisini aðrir.

Skúlin skal byrjað 1. januar og nú skulu høli á Tvøroyri útvegast til endamálið.

Á skúlanum eru tvær útbúgvingar.

Onnur er ein styttri almanna- og heilsuhjálparaútbúgving, sum tekur eitt ár og sum er ein eftirútbúgving av heimahjálpum.

Hin er ein útbúgving sum almanna og heilsurøktari, sum tekur hálvtannað ár.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....