Hvørki Rás2 ella sjónvarpsrásirnar hjá Iktus senda í løtuni.
Orsøkin er helst, at toran hevur sligið niður í sendaran, sum stendur uppi á Manni í Nólsoynni. Tað er sendarin, sum sendir radiosignalið hjá bæði Rás2 og sjónvarpsrásini Iktus og hinum rásunum víðari til hinar sendararnar í landinum.
Tað er felagið R2net, sum eigur sendinetið.
– So skjótt sum tað viðrar í morgin fara vit út til Nólsoyar og niðan til sendaran, sigur Petur Jacobsen frá R2net.
Hann sigur, at høvuðssendarin í Nólsoy koyrir og sendarin í Miðlahúsinum koyrir. Tí væntar hann, at tað er móttakarin í Nólsoy, sum hevur fingið okkurt brek av toruni.
– Vónandi er tað bara eitt relé, sum er sligið frá, men vit mugu út til Nólsoyar og upp á fjallið til sendarin fyri at loysa trupulleikan, sigur Petur Jacobasen.
Hann vónar, at ein skái verður í morgin, so brekið kann rættast.
– Men um tað er 20-25 metur um sekundið, so er tað vónleyst, tí vit skulu helst upp í mastrina fyri at loysa trupulleikan, sigur hann.
Rás2 sendir kortini á internetinum frá klokkan 07-24, TRÝST HER.