Toran sló niður á fótbóltsleikarar

Dysturin millum Stenungsunds IF og Vänersborgs IF var næstan hálvvegis, tá toran sló. Trý fólk vórðu koyrd á sjúkrahús.

Trý vórðu koyrd á sjúkrahús, eftir at toran sló niður á ein fótbóltsvøll í svenska býnum Stenungsund leygardagin.

 

Dystin millum Stenungsunds IF och Vänersborgs IF í fjórð bestu svensku deildini var næstan hálvrunnin, tá toran sló niður á vøllin.

 

Tey, sum endaðu á sjúkrahúsi, høvdu høvuðpínu og óró í kroppinum, men vóru ikki í lívsvanda.

 

Hóast eingin bleiv álvarsliga skaddur, var hendingin sera skelkandi. Eitt umboð fyri Stenungsunds IF sigur við Dagens Nyheter, at fleiri leikarar upplivdu, at tað svartnaði fyri teimum, og tá teir raknaðu við, mintust teir ikki brakið.

 

Eftir at toran hevði sligið, bríkslaði dómarin av, og tíggju minuttir seinni varð avgjørt ikki at byrja dystin aftur.