Toran orsøk til 161 skaðar kring alt landið

Les her, hvussu tú verjir teg fyri skaða av snarljósi

Toran, sum gekk mitt í desember, hevur elvt til nógvar skaðar.

Tað má Tryggingarfelagið Føroyar ásanna, nú tey hava gjørt støðuna upp.

 

- Tað er ikki serliga vanligt, at toran gongur í Føroyum og tað er enn meira óvanligt, at snarljós sláa niður í bygt øki, sigur tryggingin.

- Flestu snarljós ferðast einans millum skíggini og raka tí ikki  jørðina.

 

Men 10. desember 2014 vísti tað seg, at snarljós slógu óvanliga ofta niður millum sethús í Føroyum. Av tí sama fekk Tryggingarfelagið nógvar skaðafráboðanir henda merkisverda dagin.

 

Tilsamans fekk tryggingin 161 fráboðanir um el-skaðar av toruganginum.

 

- Tá snarljós slær niður í bygt øki, er vandi fyri, at bæði størri og minni tól fáa el-skaða ella verða heilt oyðiløgd.

- Í ringasta føri kann eldur eisini festa í og hetta vísti seg, tá ið toran gekk mitt í jólamánaðinum í fjør.

 

- Fráboðanir um el-skaðar til Tryggingarfelagið Føroyar komu úr øllum Føroyum, men flestu skaðarnir vórðu tó skrásettir í Saltangará. Har vóru tilsamans 98 el-skaðar fráboðaðir Tryggingarfelagnum Føroyum.

 

Vil ein verja seg sum best móti skaðum av snarljósi, mælir Tryggingarfelagið til at taka stikkið úr kontaktini á el-lutum, tá ið toran gongur.

Verður boðað frá illveðri, har vandi er fyri at toran gongur, er somuleiðis skilagott at taka stikkið úr kontaktini á øllum el-lutum, sum so at eingin er heima ella húsfólkið svevur.

- Minst tó til at seta streymin til aftur t.d. frystiboksina, so frystivørurnar ikki fáa skaða, sigur Tryggingin.

 

Tað, sum serliga hevur fingið skaða, er serliga sjónvørp, teldur, radiotól, talgildir móttakarar og ikki minst beinarar.

Eru húsini gomul, er skilagott at eftirkannað, um streymveitingin er tíðarhóskandi og lýkur dagsins trygdarkrøv.

 

Á myndini síggjast nakrir av smærru lutunum, sum fingu skaða í toruni og sum eru latnir Tryggingarfelagnum Føroyum, tí tað loysir seg ikki at umvæla teir.